Um starvið
Vit sóknast eftir einum røskum og fyrikomandi persóni at arbeiða sum tøkningur á teknisku deild hjá Magn.
Tekniska deild hjá Magn hevur allan tekniskan rakstur hjá fyritøkuni um hendi. Sum tøkningur kemur tú at vera við til at tryggja, at øll rakstrargøgn altíð rigga á tryggan og fullgóðan hátt, og at fyritøkan soleiðis fær veitt kundunum eina góða kundatænastu.
Magn hevur virksemið um alt landið, og tekniski raksturin fevnir um alt viðvíkjandi bygningum, akførum, oljugoymslum, Magnstøðum og hópin av tøkni og tekniskum skipanum. Í tí dagliga arbeiðir tekniska deild við uppgávum innan el, maskin, rørsmíð, vatn og hita, timbur og eisini aðra tøkni. Gerandisdagurin er fjølbroyttur, og tú kemur at arbeiða við uppgávum innan nógv ymisk fakøki.
Uppgávur í stuttum
• Teknisk tænasta og feilrættan av rakstrargøgnum
• Uppsetan av nýggjari útgerð og tekniskum skipanum
• Skipað eftirlit og smærri viðlíkahaldsarbeiði
Vit bjóða
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl.
Vit veita alla neyðuga upplæring og útbúgving.
Lønin verður ásett sambært avtalu.
Vit vænta
• At tú hevur útbúgving sum handverkari – so sum elektrikari, maskinsmiður ella líknandi.
• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
• At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð av og á
Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Høgna Zachariassen, tekniskan leiðara, á tel. 237460 ella hz@magn.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mars 2025, og ynskja vit at seta starvið skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um Magn