Byrjunardagf.
09-07-2021
Endadagf.
01-08-2021

TØKNINGUR TIL MAGN

Vit sóknast eftir tøkningi til teknisku deild hjá Magn

Um starvið

Tekniska deild hjá Magn hevur allan tekniskan rakstur hjá fyritøkuni um hendi. Sum tøkningur kemur tú soleiðis at vera við til at tryggja, at øll rakstrargøgn altíð rigga á tryggan og fullgóðan hátt, og at fyritøkan soleiðis fær veitt kundunum eina góða kundatænastu. 

Magn hevur virksemið um alt landið og tekniski raksturin fevnir um alt viðvíkjandi bygningum, akførum, oljugoymslum, Magnstøðum og hópin av tøkni og tekniskum skipanum. Í tí dagliga arbeiðir tekniska deild soleiðis við uppgávum innan el, maskin, rørsmíð, vatn og hita, timbur og eisini yvir í aðra tøkni. Gerandisdagurin er fjølbroyttur og tú kemur at arbeiða við uppgávum innan nógv ymisk fakøki.

 

Uppgávur í stuttum

• Teknisk tænasta og feilrættan av rakstrargøgnum

• Uppsetan av nýggjari útgerð og tekniskum skipanum

• Skipað eftirlit og smærri viðlíkahaldsarbeiði

 

Vit bjóða

Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl.

Til hetta fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upplæring og útbúgving.

Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn eftir nærri avtalu umframt yvirtíð eftir vaktarskipan og góðar starvsfólkaumstøður og -treytir.

 

Vit vænta

• At tú hevur útbúgving sum handverkari - tað verið seg elektrikari, maskinsmiður ella annað líknandi.

• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva

• At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt

• At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð av og á

 

Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Høgna Zachariassen, tekniskan leiðara, á telefon 237460 ella hz@magn.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2021, og vit ynskja at seta starvið skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. 

 

Um Magn

Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn, men vit hava goymslur bæði í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri, og veita vit vørur og tænastur kring alt landið. 11 service-støðir bera Magn-navnið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. 

Tilsamans eru vit 155 starvsfólk.


Søk starvið

Aftur til listan