Vit søknast eftir fólki at arbeiða morgun-, dag-, kvøld- og náttarvakt bæði fulla og skiftandi tíðir. Viðmerk á tínari umsókn hvørjar tíðir tú ynskir at arbeiða, hvussu nógvar tímar tær ynskir og hvar í landinum tú hevur áhuga at arbeiða.
Um starvið
Magnstøðirnar hjá Magn eru bensinstøðir á altjóða støði, og sum starvfólk á støðunum umboðar tú Magn. Arbeiðið er krevjandi, stuttligt og ikki minst gevandi! Tú lærir ein rúgvu og tá tú einaferð fer í annað starv, hevur tú fingið góðan lærdóm at taka við tær á tíni starvsleið.
Søkt verður eftir røskum starvfólki at arbeiða skiftandi kvøld- og vikuskiftisvaktir. Vit vænta at tú ert fleksibul, fyrikomandi, dugir at samskifta og multitaska umframt at vera sjálvstøðug/ur.
Vit vænta, at tú
• veitir eina góða tænastu
• arbeiðir hart
• ert fyrikomandi
• dugir at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt
Samband
Hevur tú spurningar til starvið, so set teg í samband við Áka Vang Poulsen, retail- og markaðarstjóra á aki@magn.fo ella á tlf 237440
Um Magn
140 starvsfólk starvast hjá Magn. Hesi tryggja orku til føroyskar og útlendskar kundar. Okkara tangabilførarar, teknisku starvsfólk og service-menn arbeiða runt allar Føroyar. 11 Magnstøðir eru kring landið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Magn er ISO 9001, ISO 14001, ISO 45001, Achilles og F-Pal-góðkend fyritøka. Høvuðsskrivstova okkara er í Tórshavn, og deildargoymslur eisini í Klaksvík og á Tvøroyri.